Búmerkið hjá felagnum
Heim / Skúlin /
Trivnaðarætlan

Trivnaðarætlan.

Trivnaðarætlanin er bygd á virðisgrundarlag skúlans: Menning, Virðing og Yrkisføri.

Trivnaður í hásæti

Í skúlanum við Løgmannabreyt raðfesta vit trivnað í fremstu røð. Dentur verður lagdur á at skapa góðar karmar um skúladagin hjá næmingunum og at tryggja, at øll kenna seg sum part av felagskapinum. Umframt dagliga arbeiðið við trivnaðinum, skipa vit fyri mongum afturvendandi átøkum og tiltøkum at fremja trivnað. 

Næmingasamrøður

Umframt dagliga samskiftið við næmingar hava vit í minsta lagi eina ferð um árið eina tilrættagda næmingasamrøðu um trivnað. Næmingasamrøðuna tekur kontaktlærarin sær av. Kontaktlærarin er lærarin, sum av flokstoyminum er settur at hava serliga sambandið við ávísa næmingin.

Eina ferð um árið eru næmingasamrøður í øllum flokkum, har prátað verður við hvønn einstakan næming. Prátað verður um, hvussu næmingurin hevur tað, bæði í mun til tað fakliga og tað sosiala. Spurt verður eisini inn til, um næmingurin heldur, at tað er nakar í flokkinum, ið ikki hevur tað gott, um nakar verður hildin uttanfyri. Kontaktlærararnir standa fyri næmingasamrøðunum. Næmingasamrøðurnar geva lærarunum eitt gott innlit í, hvussu flokkurin hevur tað sum heild, og um átøk eiga at verða sett í verk í mun til einstaka næmingin ella flokkin.

Floksfundur

Vit hava regluliga floksfund, har prátað verður um vinalag, tolsemi, ósemjuloysn, fyrigeving, o.a. Vit leggja okkum eftir, at næmingarnir læra at lurta eftir hvørjum øðrum og at loysa ósemjur á ein góðan og virðiligan hátt.

Allir flokkarnir í Skúlanum við Løgmannabreyt hava javnan floksfund, har ymisk evni verða umrødd, ið eru við til at fremja trivnaðin í flokkinum. Prátað verður um vinalag, tolsemi, fyrigeving, ósemjuloysn og annað. Seturskúli, summarfrítíð og onnur viðkomandi evni fyri flokkin kunnu eisini verða umrødd her.

Á floksfundinum ber eisini til hjá einstaka næminginum at taka eina ítøkiliga tvístøðu upp og fáa hjálp at loysa hesa á ein virðiligan hátt fyri báðar partar. Næmingarnir læra á floksfundinum at lurta eftir hvør øðrum, at vísa hvør øðrum virðing, at seta seg í støðuna hjá hvør øðrum, at góðtaka hvør annan sum vit eru, at tað altíð eru tvær síður av eini søk og mangt annað.

Vit nýta javnan tilfar frá Lions Quest á floksfundunum, ið er tilfar, har arbeitt verður við at menna sosialu og kensluligu førleikarnar hjá næmingunum. Trýstið á børn og ung er ómetaliga stórt í dag. Avrik og kapping eru í brennideplinum, og nógv ung kenna eitt stórt trýst á sær at gera tað “rætta” fyri at passa inn í tað “normala” og mest “populera”. Ígjøgnum tilfarið hjá Lions Quest verður arbeitt við at menna hugburð og virðir, ið fremja eina ábyrgdarfulla og uppbyggjandi atferð.

AKT – lærarin er við til at byrja floksfundirnar í 1. flokki. Annars eru tað flokslærararnir, ið standa fyri floksfundunum.

Spælibólkar

Fyri at styrkja um felagskapin í flokkinum, verður skipað fyri spælibólkum í 1.-6. flokki. M.a. verður lagt upp til, at næmingarnir fara heim til hvør annan, eisini til onkran, ið tey ikki vanliga spæla við. Dentur verður somuleiðis lagdur á at skapa góð sambond flokkanna millum, og verður hetta gjørt við, at allir flokkarnir í skúlanum hava ein vinaflokk, ið tey gera ymiskt hugnaligt saman við nakrar ferðir um árið. 

Í Skúlanum við Løgmannabreyt leggja vit stóran dent á, at næmingarnir skulu trívast í skúlanum, vitandi, at hetta er ein fortreyt fyri, at næmingarnir læra. Sum liður í at skapa trivnað og samstundis at fyribyrgja happing, hava vit valt at skipa fyri spælibólkum*) í 1. – 3. flokki. 

Endamálið við at hava spælibólkar er, at næmingarnir skulu læra hvør annan betur at kenna, og vera saman við næmingum, ið tey ikki vanligani eru saman við. Tað vísir seg eisini at vera fyribyrgjandi ímóti happing, at børn vitja heimið og møta foreldrunum hjá hvør øðrum.

Tað eru 4–7 næmingar í hvørjum spælibólki og bólkarnir hittast umleið eina ferð um mánaðin, alt eftir hvussu stórur hvør bólkur er. Spælibólkarnir byrja eftir summarfrítíðina, og nýggir bólkar verða gjørdir eftir jólafrítíðina.

Ætlanin er ikki, at spælibólkurin skal vera eitt stórt tiltak, har skipað verður fyri bowling, bio, hestaríðing o.ø. :)

Heldur skulu vit miða eftir, at næmingarnir uppliva ein vanligan dag heima hjá hvør øðrum við hugnaligari samveru. Hvussu hetta verður gjørt er upp til hvørja einstøka familju - um næmingarnir verða við til døgurðan hjá familjuni, ella um tey hittast tíðliga og fara heim áðrenn døgurðatíð, og møguliga fáa ein drekkamunn. Tað er somuleiðis upp til familjuna, um tey spæla borðspøl, baka, hoppa í trampolin ella hvat tey nú kunnu finna uppá.

Telefonir, telduspøl og skermar sum heild skulu ikki vera partur av spælibólkinum. Umráðandi er, at foreldrini eru heima, og eru við til at gera dagin góðan og hugnaligan fyri bólkin. 

Foreldrini at næmingunum samskifta um, nær best liggur fyri at hava bólkin. Um ikki liggur fyri hjá einari familju at hava bólkin í eitt tíðarskeið, er umráðandi, at hesi geva boðini víðari til tann næsta í røðini, so bólkurin ikki steðgar upp. Flokslærararnir spyrja inn til spælibólkarnar við regluligum millumbili fyri at stuðla undir, at hetta ikki hendir.

Tá børnini verða heintað, er tað gott, um foreldrini koma inn á gólvið til ein stuttan drekkamunn. At foreldrini í einum flokki kennast, er sera gott fyri flokkin, eisini tá ið næmingarnir koma upp í teir eldru flokkarnar.

*) Í summum skúlum verða "spælibólkar" nevndir "vinabólkar". Ongantíð betur um næmingarnir gerast vinir av átakinum. Men vinalag er grundleggjandi nakað, sum kemur innanifrá og ikki nakað, sum uttan viðari kann setast í verk av einar yvirskipaðiri skipan, sum hesari. Í SVL hava vit valt at  nýti orðið "spælibólkur".

Spælilið

Eitt spælilið verður valt á hvørjum ári í 7. flokki. Tey, sum eru í spæliðnum skipa fyri spølum fyri 1., 2. og 3. flokk nøkur fríkorter um vikuna. Hesi fríkorterini spæla allir næmingarnir í flokkinum saman, og er hetta við til at styrkja um samanhaldið í flokkinum. 

Sum ein liður í at fáa næmingarnar at vera virknari kropsliga og at bøta um trivnaðin í fríkorterunum hava vit í Skúlanum við Løgmannabreyt eitt spælilið. Spæliliðið er mannað av 10 næmingum í 7. flokki. Spæliliðið er virkið tríggjar ferðir um vikuna, har tey spæla við 1., 2. og 3. flokk uppá skift. Spælt verður bæði inni í høllini og úti í skúlagarðinum. Spæliliðið fyrireikar nøkur spøl til hvørja ferð, greiða næmingunum frá spølunum og royna at tryggja, at allir næmingarnir hugna sær.

Fyribyrgjandi átak ímóti happing

Hvørt ár í september/oktober mánaða skipar AKT – lærarin fyri einum fyribyrgjandi átaki ímóti happing í 3. flokki. Átakið varar í 5-6 vikur, tveir tímar um vikuna. Arbeitt verður við týdninginum av, at øll eru ein partur av felagskapinum. Prátað verður um ymiskleika, tolsemi og virðing á ein hátt, ið næmingarnir skilja. Endað verður altíð við felagsspælið.

Telefonpolitikkur

Grundleggjandi hava næmingar ikki loyvi at nýta fartelefonir í skúlatíðini.

  • Best er, at næmingur ikki hevur fartelefon við í skúla.
  • Um næmingur hevur fartelefon við í skúla, skal hon liggja sløkt í taskuni, í jakkanum ella í skápinum, so at hon ikki órógvar undirvísingina. Tað er ikki nóg mikið, at hon liggur ljóðleys ella er í flogstøðu.
  • Tað sama er galdandi fyri sonevnd “ringi-ur” og elektronisk ur, sum hava samband við fartelefon.
  • Lærari kann í serligum førum geva næmingum loyvi at nýta fartelefon sum part av undirvísingini.
  • Um lærari kemur eftir, at telefonreglurnar ikki verða hildnar, skal telefonin latast læraranum, sum handar hana á skrivstovuna. Telefonin fæst aftur á skrivstovuni, tá ið skúladagurin er at enda komin. 
  • Átrokandi boð ella fráboðanir til næmingar í skúlatíðini kunnu verða givin við sms til flokslærara ella annan lærara. Til ber eisini at seta seg í samband við skrivstovuna á telefon 302450.
  • Eru serligar umstøður galdandi, t.d. sjúka ella annað, kunnu undantøk frá reglunum verða gjørd í samráð við lærara ella skúlaleiðslu.
Trivnaður og happingarfyribyrging

Vit hava vakin eygu og oyru við næmingunum at tryggja, at teir trívast og at happing ikki er. Javnan skipa flokslærarar og foreldraráð fyri trivnaðarátøkum. Í 3. flokki skipar AKT-lærarin fyri fyribyrgjandi átaki ímóti happing. Og er tørvur á tí, t.d. í øðrum flokkum, verða eyka átøk fyriskipað. Harumframt hava vit eitt tilboð um samrøðubólk fyri børnum, hvørs foreldur eru farin frá hvør øðrum, ið heilsufrøðingurin og AKT - lærarin standa fyri. 

Samrøðubólkar

Hjúnaðarskilnaður er ein av teimum avbjóðingunum, ið nógvar familjur møta í dag. Alt fleiri børn í Føroyum uppliva, at mamman og pápin fara hvør frá øðrum, áðrenn tey eru 18 ár. Familjubrotið førir fyri tey flestu nógvar tankar og eina stóra sorg við sær. Óansæð um hjúnaðarskilnaðurin hevur verið lagaligur ella merktur av stríði, vísir tað seg, at børnini ganga runt við nógvum ósvaraðum spurningum, ið tey høvdu havt gleði av at práta um í einum tryggum og óheftum umhvørvi.

Skúlin við Løgmannabreyt hevur tískil valt at skipa fyri samrøðubólkum fyri børn, hvørs foreldur eru farin frá hvør øðrum.

Samrøðubólkurin er ætlaður at vera eitt fyribyrgjandi tilboð, har børnini fáa møguleikan at seta orð á tankar og kenslur viðvíkjandi skilnaðinum við javngomul, ið eru í somu støðu. Talan er sostatt ikki um terapi, men heldur at geva børnunum møguleikan at seta lívsumstøður teirra í eitt størri høpi og geva teimum ítøkilig amboð at handfara sínar kenslur og hugsanir. Royndir vísa, at børn læra sera nógv av at spegla sær í javngomlum.

Samrøðubólkurin er eitt stað, har tey fáa høvi at hitta onnur, ið hava upplivað nakað líknandi, og kann hetta geva teimum eina kenslu av, at tey ikki eru ‘einsamøll’, ‘skeiv’ ella ‘løgin’.

Tað er tagnaðarskylda í bólkinum. Tað vil siga, at bólkaleiðararnir ikki bera persónligar upplýsingar víðari til onnur, hvørki til skúlaleiðslu ella foreldur. Næmingarnir fara heldur ikki víðari við tí, ið sagt verður í bólkinum.

Samrøðubólkurin hittist eftir skúlatíð eina ferð um vikuna í 8 vikur, 1½ tíma hvørja ferð í hølinum hjá heilsufrøðinginum.

Tilboðið um luttøku í samrøðubólkinum fevnir um øll børn í ávísu flokkunum, hvørs foreldur eru farin frá hvør øðrum, og er sostatt ikki treytað av, um skilnaðurin fór fram fyri stuttari tíð síðani ella fyri mongum árum síðani.

Kunnað verður um, hvør fær tilboðið hesa ferð við skúlaárs byrjan.

Heilsufrøðingurin (Kala Rajani) og AKT – lærarin (Sigrid Thomassen) standa fyri bólkinum. Tær hava báðar verið í Danmark, har tær hava tikið eina útbúgving á “Center for Familieudvikling” í at hava samrøðubólkar.

Sorgartilbúgving

Vit hava eina greiða sorgartilbúgving, so at vit hava greiðar mannagongdir eru, tá ið sjúka, vanlukka ella deyði rakar skúlan ella ein av okkara nærmastu.

Um næmingur ikki trívist

Um næmingur ikki trívist venda foreldrini sær til kontaktlæraran, og avtalað verður, um kontaktlærarin tekur sær av hesum, ella um tørvur er á at fara víðari til heilsufrøðingin, AKT - læraran ella skúlavegleiðaran. 

Tað er av stórum týdningi, at foreldur somuleiðis siga kontaktlæraranum frá, um eitthvørt keðiligt er farið fram í skúlanum. Lærarin hevur tá møguleika at gera nakað við hetta og tryggja, at sovorðið ikki fær loyvi at halda áfram, so at næmingarnir kunnu kenna seg tryggar í skúlanum. 

Ótryggleiki í felagskapinum er besti gróðrarbotnur fyri happing, og er tað tí av alstórum týdningi fyri okkum at arbeiða fyri, at næmingarnir kenna seg tryggar og kenna seg at  vera partur av felagskapinum. 

Um foreldur ella lærarar hava varhugan av, at happing: t.e. ein áhaldandi útihýsing/niðurgering av ávísum næmingi fer fram, hava vit greiðar mannagongdir fyri, hvat vit so gera.

Trivnaður er tó ikki bert treytaður av góðum sambondum, men eisini av hvørt næmingarnir kenna seg at megna tað, ið væntað verður av teimum. Vit leggja tí dent á, at næmingarnir fáa hóskandi avbjóðingar í dagligu undirvísingini, so teir kunnu varðveita trúnna á egnan førleika

Næmingaráð

Næmingaráð er í hádeild, og eru ymiskar broytingar framdar sum úrslit av teirra ynskjum. 

Førleikastovan

Tá ið læraratoymið um ein flokk metir, at tørvur er á serstakari hjálp til ávísan næming, verður prátað við foreldrini um at taka hetta upp við førleikastovuna. Leiðarin á førleikastovuni metir um, hvønn í førleikastovuni hon sendir málið víðari til. Í summum førum vendir førleikastovan sær til Sernám, at fáa ráðgeving. Hetta verður gjørt í samstarvi við foreldrini. 

Heim og skúli 

Vit meta tað at vera av alstórum týdningi at hava eitt gott foreldrasamstarv. Allir flokkar byrja skúlaárið við einum kunnandi foreldrafundi. Foreldraviðtalur eru við øll foreldur eina til tríggjar ferðir um árið, har tosað verður um trivnaðin og menningina hjá barninum. Har tørvur er á tí, eru enn fleiri viðtalur. Foreldur eru altíð vælkomin at venda sær til kontaktlæraran, tá ið eitthvørt er, annaðhvørt viðvíkjandi trivnaðinum, læringini ella øðrum hjá barninum. Kontaktlærarin kennir barnið og flokkin hjá barninum væl, og møguleiki er tí at fáa eitt gott prát, um hvat kann gerast fyri at bøta um støðuna. Tá ið tørvur er á tí, verða boð send eftir heilsusystrini ella AKT - læraranum.  

Foreldraráð

Foreldraráð er í hvørjum flokki. Nýtt foreldraráð verður valt hvørt ár. Foreldraráðið stendur fyri at skipa drekkamunnin í flokkunum til jólahaldið. Foreldraráðið skipar somuleiðis fyri tveimum tiltøkum um árið. Eitt fyri næmingarnar og eitt fyri næmingar og familju. Foreldraráðið virkar eisini sum bindilið ímillum foreldrini og lærararnar.

Vinaflokkar

Í Skúlanum við Løgmannabreyt eru hesir flokkar vinaflokkar:

  • 1. flokkur og 5. flokkur (9.flokkur)
  • 2. flokkur og 6. flokkur
  • 3. flokkur og 7. flokkur
  • 4. flokkur og 8. flokkur

Tá ið ein 1. flokkur byrjar í Skúlanum við Løgmannabreyt, fær hvør næmingur í flokkinum ein floksvin, ið gongur í 5. flokki. Næmingarnir hitta hvør annan á fyrsta sinni í sept./okt., har teir heilsa hvør uppá annan og spæla ymisk spøl saman. Skipað verður síðani við regluligum millumbili fyri, at næmingarnir gera ymiskt saman.

Dømi um tiltøk:

  • 5.floks næmingurin lesur søgu (ið hann hevur funnið og vant heima) fyri 1. floks næminginum.
  • Tey spæla roknispøl saman (yatzy, 10.000 ella annað).
  • Spæla saman í høllini.
  • Fara túr oman í Gomlu Hoyvíkina.
  • Osfr.

Somuleiðis er tað fast, at vinaflokkarnir dansa jólatræ saman, umframt at tey kvøða saman í jan. - feb.

Tá ið floksvinirnir eru saman, er tað ábyrgdin hjá eldra næminginum at tryggja, at floksvinurin hevur tað gott og stuttleikar sær. Tá ið floksvinirnir eru komnir at kennast væl, verður eldri floksvinurin ein, ið yngri næmingurin kann fara til, tá ið eitthvørt er áfatt. Hetta skapar tryggleika hjá yngru næmingunum, eins og tað er mennandi hjá teimum eldru næmingunum at læra at taka ábyrgd.

Eftir fýra ár sum floksvinir, tvs. tá ið 1. flokkur gerst 5. flokkur, er tíðin komin hjá teimum at vera tey “stóru” og taka ímóti næmingunum, ið tá byrja í 1. flokki.

Endamálið við at hava vinaflokkar, er at skapa tryggleika hjá yngru næmingunum, umframt at læra eldru næmingarnar at taka ábyrgd og at vísa umsorgan fyri teimum yngru næmingunum. Somuleiðis er hetta við til at styrkja samanhaldið í skúlanum uppá tvørs av flokkum.